Grannauppgerðin verður á middegi

Fult umfar verður í dag í kvinnudeildini í fótbólti

Fjórði síðsta umfar í kvinnukappingini í fótbólti verður spælt ídag.

 

Longu á middegi bresta B36 og HB saman í Gundadali. Møguleikin er ikki serliga sannlíkur, men um tað eydnast HB at vinna, so fer tað framvegis at bera til hjá HB at taka bronsuplássið frá B36. Í løtuni eru tað seks stig frá B36 og til HB.

 

Klokkan 18 eru tveir dystir. Toppliðið EBS/Skála skal spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi, og KÍ eigur heimavøll ímóti B68.

 

Seytjanda umfar

KÍ-B68: Oda Andreasen kl.18.00

ÍF/Víkingur-EBS/Skála: Áron Sofus Vest kl. 18.00

B36-HB: Andrew Christiansen kl. 12.30