Grannauppgerð á Hálsi

Í kvøld klokkan 19.15 hittast bestu mansliðini hjá Neistanum og Kyndli til grannauppgerð í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har í øllum førum heiður og æra standa upp á spæl, sjálvt um talan avgjørt ikki er um nakran toppdyst í Atlantic Air­ways-kappingini.
Neistin er eitt av fýra liðum, sum liggja mitt á stiga­talvuni við seks stigum, og ikki kann sigast, at bláu greipu­vinn­ar­arnir hava verið serliga sann­førandi í síðstuni, so kanska hetta er ein dystur, har Kyndil, ið er niðast við tveimum stigum, veruliga kann arga og krúpa nærri hinum feløgunum.
Í bestu mansdeildini í flog­bólti verður ein dystur spældur í annaðkvøld klokkan 19.45, tá ÍF í ítróttarhøllini á Kambsdali tekur ímóti Fleyr. Hetta er heldur ikki nakar toppdystur í Eikliguni hjá monnum, men allíka­væl ein dystur við stórum týdningi.
Higartil hava greipuvinn­ararnir í ÍF bara spælt tveir dystir, meðan argastu kapp­ingar­neytarnir hava spælt fimm, so nú stendur eftir at vita, hvør dugur er í fugl­firð­ingum, ið hava tapt annan og vunnið annan av spældu dyst­unum. Fleyr hevur vunnið ein dyst og tapt tveir, so umráðandi er eisini hjá havnarmonnunum at vísa, at teir eru frægari enn hetta, skulu teir blanda seg millum fremru liðini á stigatalvuni.