Grannastríð verður í Hólmanum

Felags fyri EB/Streym og Skála er, at liðini mikudagin spældu seg víðari í steypakappingini

Tað er nummar seks ímóti nummar sjey, og tað eru tvey av liðunum, sum verða roknað at hava møguleika at arga tey fimm stóru.

EB/Streymur og Skála eiga felagslið í kvinnukappingini. Í fjør riggaði tað so mikið væl, at liðið tryggjaði sær FM í síðsta umfari í Hólmanum á Eiði.

Seinnapartin hittastEB/Streymur og Skála fyri fyrstu ferð í landskappingardysti á Hólmanum.

Flaggdagin vann EB/Streymur í fyrsta umfari í steypakappingini 3-0 í Gundadali ímóti Undrið.

Flaggdagin vann Skála í fyrsta umfari í steypakappingini 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Skálamenn vóru í øðrvísi útgávu enn higartil í landskappingini. Teitur R. Joensen var í miðverjuni saman við Jákupi Jakobsen, og á miðvøllinum var liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen framrættaður heldur enn verjukendur, sum hann annars plagar at vera.

-Vit vóru sjálvandi nøgdir við, at tað eydnaðist at spæla okkum víðari í steypakappingini, og vit fegnast eisini um, at avrikið vísti, at vit hava fleiri streingir at spæla uppá, enn vit frammanundan høvdu víst, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.

Jákup Johansen og Jan Ingason Hansen eru langtíðarskaddir. Jannik Olsen var við aftur mikukvøldið, og Ahmed Mujdragic er tøkur aftur. Tað er ivasamt, um Heðin Klakstein er førur fyri at spæla.

 

Í EB/Streymi ásanna teir, at tað skulu aðrir bollar á suppuna í dag, enn tað vóru flaggdagin í Gundadali, tá steypadysturin ímóti aðru deildarliðnum Undrið FF endaði við 3-0 sigri:

-Vit skulu spæla væl skjótari, um vit skulu fáa tað burturúr, sum vit vóna og vita, at tað eigur at bera til, siga teir í EB-Streymi.

Hans Pauli Samuelsen er tøkur aftur, meðan Jóhannes Hansen og Arnbjørn Hansen eru skaddir.