Grannastevnur friða lundan

Landsstýrismaðurin í fuglamálum, Jacob Vestergaard, hevur sent bræv til allar sýslumenn og biðið teir tikið spurningin um at friða lundan upp á grannastevnum

Tað er eingin loyna, at lundastovnurin seinastu árini hevur verið rættiliga illa fyri, og tað hevur fingið landsstýrismannin í fuglamálum, Jacob Vestergaard at umhugsa støðuna.
- Hetta er sjálvandi nakað, ið rakar ein part av føroyingum, tí tað standa ávís krøv til tann, ið kann fleyga lunda. Til dømis skal tú vera jarðareigari, fyri at kunna fleyga, sigur Jacob Vestergaard.
Men tað skulu góðar grundir til at friða lundan við lóg, og tí hevur Jacob Vestergaard valt eina aðra loysn.
- Eg havi sent brøv út til allar sýslumenninar og heitt á teir, um at taka málið upp á grannastevnum og har royna at fáa lundan friðaðan tann vegin. Hetta hevði eg hildið va rein skilagóð loysn, tí so eru tað fleygamenninir sjálvir, ið verða við til at halda stovnin burðardyggan, sigur Jacob Vestergaard.
Granastevnur hava longu verið í Nólsoy og í Sumba, og í báðum støðum samtykti grannastevnan, at friða lundan í eitt ár.
- So ber til at fylgja við, hvussu stovnurin hevur tað. Hesar friðingar vara í eitt ár ella so, og tá ber so til at meta um, antin tað er ráðiligt at fleyga aftur ella ikki, sigur Jacob Vestergaard.