Støðutalvan sigur, at tað í hvussu so er næstfremsta plássið, sum stendur upp á spæl, tá ið ÍF fer út til Gøtu.
Bæði Víkingur og ÍF hava 15 stig. Frástøðan upp til oddaliðið HB er tvey stig, og tí er tað møguleiki fyri, at vinnarin í Sarpugerði kann gerast nýtt oddalið ídag. Tað er tó treytað av, at B36 vinnur á HB.
Hóskvøldið vitjaði Víkingur í Fuglafirði, har fyrra hálvfinalan í steypakappingini endaði 2-1 til gestirnar. ÍF spældi væl fyrstu løtuna, men so fóru teir at senda langar sendingar úr verjuni, og tá misti miðvøllurin hjá heimaliðnum takið.
Í dag er Alexander Jovevic tøkur aftur. Hann var ikki við hóskvøldið. At hann er við aftur fer ivaleyst at bera við sær, at Fritleif í Lambanum ella Frank Poulsen fer út á beinkin at sita. Rógvi Jacobsen hevur ikki vant. Bartal Eliasen var á vøllinum eitt korter hóskvøldið. Hann verður aftur á beinkinum ídag.
Hjá víkingum er Hanus Jacobsen í Danmark, og Hans Jørgen Djurhuus er framvegis skaddur.