Í annaðkvøld verður sjøtul settur á triðja umfar í bestu fótbóltsdeildini, tá ið tað verður grannauppgerð í Sarpugerði, har NSÍ verður gestur hjá Víkingi.
36 ferðir hava NSÍ og Víkingur dystast í landskappingini, síðani Víkingur – felagsliðið hjá teimum í Eysturkommunu – sá dagsins ljós í 2008, og enn er tað ikki komið fyri, at áskoðararnir eru farnir til hús, uttan at hava sæð mál.
Felags fyri allar 36 landskappingardystirnar millum NSÍ og Víking er, at eingin er endaður málleysur, og næstan hvørja ferð fer annað liðið av vøllinum við fullari úrtøku.
Einasta undantakið var í Sarpugerði í 2012, tá ið úrslitið var 1-1.
Tølini siga, at Víkingur oftari hevur verið omaná. Víkingur hevur vunnið 22 ferðir, og NSÍ hevur vunnið 13 ferðir. Málmunurin er 69 – 49 Víkingi til fyrimunar.
Í miðal eru skorað 3,3 mál í teimum 36 dystunum.
Í fjør hittust Víkingur og NSÍ tríggjar ferðir – tvær ferðir við Løkina í Runavík og einaferð í Sarpugerði – og tá hilnaðist tað væl hjá NSÍ.
Í Sarpugerði vann NSÍ 3-2. Fyrra dystin í Runavík vann NSÍ 4-2, og tann seinna vann Víkingur 2-0.
Í fyrra dystinum í Runavík var NSÍ frammanfyri 4-0 eftir fyrra hálvleik. Víkingar søgdu eftir kappingarlok, at fyrri hálvleikurin í Runavík, tá ið heimaliðið var frammanfyri 4-0, var avrikið tað vánaligasta á árinum hjá Víkingi.
Víkingur luttók fyrstu ferð í landskappingini í 2008. Síðani tá hava Víkingur og NSÍ luttikið í fremstu røð. Merkisvert er tað, at í grannauppgerðunum hava liðini staðið seg betri á útivølli enn á heimavølli.
NSÍ hevur vunnið sjey ferðir í Sarpugerði og seks ferðir á heimavølli.
Víkingur hevur vunnið 12 ferðir við Løkina og 10 ferðir í Sarpugerði.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum í ár er NSÍ úrtøkan 6 stig við málmuninum 6-1 – 3-1 heimasigur ímóti TB og 3-0 sigur á útivølli ímóti EB/Streymi.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum í ár er Víkinga úrtøkan 4 stig við málmuninum 5-2 – 0-0 á útivølli ímóti AB og 5-2 á heimavølli ímóti Skála.
Víkingur – NSÍ: Alex Troleis fríggjakvøldið kl. 19.00.
Hinir dystirnir í triðja umfari:
Leygardagin
ÍF – KÍ: Petur Reinert kl. 16.00
EB/Streymur – TB: Dagfinn Forná kl. 18.00
B36 – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00
Sunnudagin
AB – HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00.