Grannar okkara hittast

Ísland, Danmark og Noreg endaðu øll í sama bólki til komandi EM-undankapping, men eisini í øðrum bólkum eru spennandi grannauppgerðir

FÓTBÓLTUR

Merkisvert fyri lutakastið til komandi EM-undankapping er, at nógvar áhugaverdar granna uppgerðir eru at finna.
Trý av Norðurlondunum hittast í bólki H, har bæði Danmark, Noreg og Ísland eru at finna. Hesin bólkur er serstakliga áhugaverdur, tí umframt Norðurlendsku grannarnar, eru eisini Portugal og Kypros eisini við her.
Fíggjarliga kundi Danmark valla ynskt sær ein betri bólk, og ítróttarliga er tað heldur ikki av leið, tí Danmark hevur havt takið hesum londum seinastu ferðirnar, tey hava dystast.
Seinastu HM-undankapping fekk Danmark nevniliga fýra av seks stigum móti Portugal. Tað sama gjørdi seg galdandi, tá Noreg og Danmark hittust í EM-undankappingini í 2002-2003.
Í 2006 og 2007 spældu Danmark og Ísland tveir EM-undankappingardystir. Hesar vann Danmark tilsamans 5-0, og seinast Kypros og Danmark hittust var í 1995 og 1996. Hesar dystir fekk Danmark fýra stig burtur úr.
Við øðrum orðum hevur Danmark ikki tapt ein einasta dyst í móti hesum londum seinastu 15 árini. Av tí sama meta danir seg hava góðar møguleikar at spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Ukreina og Póllandi í 2012.
Hóast meiri enn helvtin av londunum í bólki H eru úr Norðurlondum, eydnaðist tað kortini at fáa eina norðurlendska uppgerð aftrat, tí í bólki E hittast Svøríki og Finnland.
Bretar hava eisini okkurt at gleða seg til, tí í bólki G hittast Ongland og Wales, og í bólki A hittast Týskland og Eysturríki.

--

A:
Aserbadjan
Kasakstan
Belgia
Eysturríki
Turkaland
Týskland.

B:
Andorra
Armenia
Makedonia
Írland
Slovakia
Russland

C:
Føroyar
Estland
Slovenia
Norðurírland
Serbia
Italia

D:
Luksemburg
Albania
Hvítarussland
Bosnia-Hersegovina
Rumenia
Frankaríki

E:
San Marino
Moldova
Ungarn
Finnland
Svøríki
Holland

F:
Malta
Georgia
Letland
Ísrael
Grikkaland
Krotia

G:
Montenegro
Wales
Bulgaria
Sveits
England

H:
Ísland
Kypros
Noreg
Danmark
Portugal

I:
Liechtenstein
Litava
Skotland
Kekkia
Spania