Roykiforboðið, ið varð sett í verk 1. juli 2008, skuldi eftir ætlan gera umstøðurnar betri fyri tey, sum ikki roykja. Men í grannalagnum í Varðagøtu, Sjúrðargøtu og Tróndargøtu, hevur roykiforboðið verið einki annað enn ein sonn marra. Húsini í hesum øki standa so tætt upp at hvør øðrum, og órógvar tað grannarnar hjá Mimir, tá barrgestirnir fara út á trappuna at roykja.
- Tað órógvar ræðuliga illa. Gangur frá Mimir hevur altíð verið forferdiligur, men síðan roykiforboðið kom, hevur tað ikki verið til at halda út, sigur Mikkalina Norðberg, ið er nærmasti granni hjá Mimir.
Saman við øðrum savnaði hon undirskriftir inn til at klaga um ófriðin, ið kom úr Mimir.
- Í eitt heilt ár kundu vit slettis ikki liva her. Vit kundu ikki nýta okkara privatu urtagarðar, og alt árið í gjøgnum var eingin friður, tí mann varð órógvaður av øllum, sum gekk fyri seg á trappuni hjá Mimir, sigur hon.
Ófriður um alt grannalagið
Tað hevur sostatt verið forferdiligt hjá Mikkalinu Norðberg og hinum grannunum hjá Mimir. Ikki einans er tað roykingin, sum órógvar, men í heila tikið alt virksemi, sum er knýtt at Mimir. Ein klaga er latin Mimir og løgregluni um ónøgdina hjá grannunum, har eitt tal av grannum hevur skrivað undir.
- Tað vísti seg, tá vit fóru at sendu klaguna, at tað vóru fleiri av okkara grannum, ið vóru firtin yvir at vit ikki høvdu verið hjá teimum eisini, tí tey vildu eisini klaga yvir larmin. So jú, ófriðurin hjá Mimir rakar ein stóran part av grannalagnum, sigur Mikkalina Norðberg.