Fyrsta grannauppgerðin í fótbóltshugaðu Eysturoy verður klokkan 15 í dag, tá ið NSÍ fer inn um Gøtueið at vitja Víking. Eiler Rasmussen verður 23. maður á vøllinum í Sarpugerði.
Tølini siga, at tað ofta gongur javnt á í grannauppgerðunum millum Víking og NSÍ. Í fjør vunnu liðini eina ferð í part í Runavík, meðan dysturin í Sarpugerði endaði við javnleiki.
Abraham Løkin hevur fingið fleiri gamlar kenningar aftur til Runavíkar. Jónhard Frederiksberg, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin og Andy Ó. Olsen eru allir í ferðalagnum inn um Gøtueið sunnudagin.
-Vit byggja nýtt lið, og tað skal helst bera betri úrslit við sær enn sjeynda plássið í fjør. Fyritreytirnar eru betri, enn tær vóru fyrsta partin av kappingini í fjør, sigur NSÍ venjarin, sum roknar mótstøðuliðið sunnudagin, Víking, millum fremstu evnini at vinna FM.
Jógvan Martin Olsen er framvegis venjari hjá Víkingi:
Í gjárkvøldið var tað orduliga hvítt, og tað er framvegis kavi í erva, men himmalin er bláur, og sólin skínur í morgun, og tí verður ikki roknað við, at tað verða trupulleikar at spæla fótbólt í Sarpugerði seinnapartin ídag.