Grannar fundast um Norðurkorea

Varauttanríkisráðharrarnir í Kina og Suðurkorea hava í dag havt fund um granalandið Norðurkorea, nú leiðarin har, Kim Jong-il, er deyður. Teir báðir tosaðu eisini um, hvat skal gerast fyri at fáa gongd aftur á samráðingarnar um tey norðurkoreonsku kjarnorkuvápnini.

Kina hevur góð viðurskifti við Norðurkorea, og stjórnin í Beijing er ein av teimum ógvuliga fáu, sum kann ávirka stýrið í Pyongyang.

Suðurkoreanski varauttanríkisráðharrin, Park Suk-Hwan, segði, at fundurin við kinesiska starvsbróðurin, Zhang Zhijun, varð avtalaður, áðrenn Kim Jong-il doyði. Hann legði afturat, at nú kann sigast, at fundardagurin var væl valdur.