Í Føroyum hava vit júst fingið fyrsta íverksetarahúsið við Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Grannar okkara Danmark og Ísland eru nakað frammanfyri okkum á hesum øki. Teir teljast nevniliga millum tíggju tey fremstu londini, tá tað kemur til at geva nýstovnaðum fyritøkum góð kor. Fortune Small Business hevur kannað hesar samanberingar hjá Heimsbankanum og Global Entreperneurship Monitor, av mest vaksandi íverksetarafyritøkum í heiminum og her fær Danmark eitt 9. pláss og Ìsland eitt 10. pláss, skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.