Grannar føtur í spenni ímóti barnagarði

Nýggi dagstovnurin á Argjum til 30 børn verður av ongum, tí grannarnir vilja ikki hava barnagarð í nærumhvørvinum

Tað sum av fyrstan tíð tyktist at verða ein skjót, bílig og góð loysn, ið útvegaði 30 børnum í Tórshavnar kommunu eitt barnagarðspláss, verður eftir øllum at døma av ongum. Tíðliga í summar kundi forkvinnan í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð, Elin Lindenskov, koma við teimum gleðiboðum, at argjafólk fóru at fáa ein barnagarð afturat í hesum árinum. Talan var um eini stór sethús, væl egnað til endamálið, sum býráðið hevði í hyggju at keypa.

Men soleiðis skuldi ikki ganga. Grannarnir hjá hesu góðu sethúsum, við øðrum orðum Eigarafelagið, hava skrivliga og munnliga hvassliga mótmælt ætlanini um at fáa ein barnagarð sum granna. Hóast ta sannroynd, at fleiri hundrað børn í kommununi standa og bíða eftir einum stovnsplássi, og hóast argjafólk eru millum tey, ið eru ringast fyri, tá ið tað kemur til stovnspláss.

Byggisamtyktin sigur, at økið, har hesi sethúsini liggja, er bert ætlað til sethús. Henda klausulin hava grannarnir hongt seg í. Teir vilja ikki hava meiri ferðslu inn í økið, meiri larm og størri virksemi enn longu er. Veruleikin er samstundis, at AB-húsið er beint yvir av húsinum, ið eru ætlað sum barnagarður. Hagar koma nógv ítróttafólk hvønn dag, eisini í bili, og um dagin hýsa húsini frítíðarskúlabørnum.



Sosiala nevnd í Tórshavnar býráð hevði annars roknað við, at til bar at keypa húsini fyri umleið 2 miljónir krónur. Umframt skuldu nakrar umvælingar og tillagingar gerast.

- Hetta hevði verið ein lutfalsliga bíligur stovnur, sum 30 børn høvdu fingið gleði av. Umsitingin í býráðnum hevur nú mælt okkum frá at arbeiða meiri við málinum orsakað av klausulinum og grannunum, sigur Elin Lindenskov.

Er tað ikki løgið, at grannarnir mótmæla barnagarðinum, tá ið annað virksemi er í økinum?

- Eg skilji als ikki mótmælini. Hetta málið hevur verið sera tvørligt. Eg kenni ikki til líknandi dømi, har fólk mæla ímóti at fáa børn í grannalagið, sigur Elin Lindenskov.