Ofta hava tey bæði feløgini spælt ólavsøkudyst hvør sín dag á ólavsøku, men í ár hava B36 og HB altso valt at dystast móti hvørjum øðrum.
Tann dysturin verður spældur á Tórsvølli klokkan 18.30. Enn eru tey ikki liðugt at leggja nýtt graslíki á ovara vøll, og tí ber ikki til at spæla har.