Grannar bresta saman

Tað er lagt upp til eitt brak av einum dysti, tá ÍF og Víkingur bresta saman í fyrra hálvfinaludystinum í kappingini um Løgmanssteypið hóskvøldið. Umframt at talan er um hálvfinaludystir, so er talan eisini grannauppgerð millum tvey formsterk lið, og tað ger ikki dystin minni spennandi

Tað verður uttan iva ein spennandi dystur millum tvey lið, sum standa seg væl í Vodafonedeildini í løtuni. Fuglfirðingar vunnu í síðsta landskappingardysti á HB, meðan Víkingur vann truplan útidyst í Vági. Góða gongdin hjá ÍF og Víkingi sæst aftur á stigatalvuni, har Víkingur er nummar tvey og ÍF nummar trý.
Tískil er lagt upp til eina spennandi og intensa grannauppgerð, millum tvey formsterk lið, sum vilja gera alt fyri at vinna dystin. Av tí sama verður tað dagsformurin sum kemur at avgerða hvat av liðunum fær betri útgangsstøði innan returdystin í Sarpugerði 8. juni.
Ikki tapt í Fuglafirði
ÍF og Víkingur hittust eisini í hálvfinaluni í steypakappingini í fjør, tá felagsliðið úr Gøtu og Leirvík vann báðar dystirnar, áðrenn teir í finaluni vunnu á EB/Streymi. Sostatt hava víkingar góð minnir frá Fuglafirði, har teir higartil hava havt gott tak á ÍF, tá teir hava spælt á Fløtugerði.
Vikingur er enn eitt ungt lið, so at skilja, at felagið hevur bert gott og væl tvey ár á baki. Men enn hevur felagsliðið úr Gøtu og Leirvík ikki tapt í Fuglafirði, hvørki í lands- ella steypakapping. So er spurningurin um Víkingur klárar at halda fast í góðu gongdini á útivølli móti fuglfirðingum
Kunnu fáa hevnd
Tað er eingin ivi um, at fuglfirðingar eru uppsettir til dystin hóskvøldið. Tað ræður um hjá ÍF at hevna tapið í hálvfinaluni í fjør, og tað gerst bert við at vinna móti Víkingi í hálvfinaluni. Tí skulu fuglfirðingar hava eitt gott útgangsstøði innan returdystin.
Hóast fuglfirðingar kanska ikki hava hagtølini við sær í heimadystum móti Víkingi, so hava fuglfirðingar í ár víst, at teir í mun til undanfarin ár, hava eitt sera serkt lið. Tað varð staðfest sunnudagin tá teir vunnu á oddaliðnum HB, og tað hevur einki annað lið megna í Vodafonedeildini higartil.
So er spurningurin bara, hvussu leikur fer fram, tá ÍF og Víkingur bresta saman á Fløtugerði hóskvøldið kl. 18.30