Grannar

Harmoniku fjepparar og grannar eru nú savnaðir á einari fløgu

Í fløgulistanum hjá Tutl eru fløgur við sera ymiskum innihaldi at síggja lið um lið. Í dag er ein granni komin afturat.

Tutl gevur í dag út forvitnisligu fløguna Grannar. Hetta er fløga við harmonikutónleiki úr Føroyum, Noreg, Skotlandi, Hetlandi, Orknoyggjunum, Íslandi og Danmark. Tað er føroyski harmonikutónleikarin Pauli Jacobsen, ið hevur tikð stig til at savna harmoniku grannarnar á hesa fløgu. Fløgan kemur á hillarnar í dag.