Danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, er til reiðar at gera eina avtalu við grannalond um felags loftverju.Um russisk bumbuflogfør vilja royna donsku loftverjuna - ella, um eitt rænt flogfar nærkast Keypmannahavn, nýtist tað ikki at verða donsk F-16 jagaraflogfør, sum skulu verja danska suverenitetin og byrgja upp fyri møguligum yvirgangshóttanum.
Sambært Politiken er danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, til reiðar at gera avtalur við grannalond um eitt slag av felags loftverju. Endamálið við hesum skal líka sum vera at "trimma" verjuna og annars at finna tær sparingar á 10-15%, sum danska stjórnin hevur ætlað.
- Eg tosi slett ikki um at lata aftur loftverjuna. Men eins og vit í dag hjálpa baltisku londunum og Íslandi við at ansa teirra loftrúmum, kunnu vit í framtíðini býta uppgávurnar, ið snúgva seg um Danmark, við okkara grannalond, sigur verjumálaráðharrin við Politiken.
NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, er hugtikin av júst sonevnda "air policing" í einum felagsskapi. Hann rópar hugskotið eitt mynsturdømi upp á skilagóða verju og leggur aftrat, at tað júst er ætlanin hjá NATO at samstarva og spara hernaðarútreiðslur við eitt nú at deila útgerð, skipa fyri undirvísing og venja tvørtur um landamørk.










