Grannaløg fáa nú pengar at halda ólavsøku

Grannaløg og eigarafeløg kunnu nú søkja kommununa um stuðul til at skipa, hugna um og halda ólavsøku í ymisku grannaløgnum í kommununi

Til ber hjá hvørjum einstøkum eigarafelagi ella grannalagi at søkja um upp í 10.000 krónur í stuðuli. Umsóknirnar verða viðgjørdar soleiðis, at grannaløgini verða spjadd væl í býnum.

Peningurin verður fluttur umsøkjaranum eftir ólavsøku, tá ið kvittanir fyri útreiðslur eru sendar kommununi. Kommunan sendir eina váttan, um grannalagið fær játtað stuðulin, og hvussu nógv verður játtað, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Peningurin kann nýtast til at leiga ella keypa tjald, grill, ljósperur, hátalarar, benkur og undirhald. Stuðulin kann ikki nýtast til mat og drekka.

Grannaløgini binda seg til at rudda upp eftir sær, tá ið ólavsøkan er av.

Seinasta freist at søkja um stuðul til at halda ólavsøku í grannaløgum er sunnudagin 12. juli. Ein persónur skal standa sum umsøkjari fyri einstøku grannaløgini. Kort yvir øki, sum fáa stuðul, verður tøkt á heimasíðu kommununnar.

Stuðulin til at halda ólavsøku í grannaløgum er eitt tilboð til grannaløg og eigarafelag, men talan er á ongan hátt um eitt krav, men tað stendur øllum frítt at søkja, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.