- Vegna stóran áhuga er freistin at gerast vertur til Grannakaffi flutt til týsdagin 3. mars, sigur Krabbameinsfelagið. Vit fegnast um góðu undirtøkuna.
Tað sigur Krabbameinsfelagið.
“Hvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?
Hetta vóru spurningar, sum fingu Krabbameinsfelagið at skipa fyri tiltakinum, Grannakaffi. Tað er nevniliga javnan, at felagið fær fyrispurningar frá fólki, sum kundu hugsað sær at tikið lut í stríðnum móti krabbameini.
- Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu tú best kann veita hjálp, er einfalda svarið at hjálpa teimum, sum longu hjálpa. Tí tóku vit stig til tiltakið - Grannakaffi.
Grannakaffi tekur støði í tí, sum føroyingar frammanundan duga serliga væl - at stákast og skipa fyri hugnaløtum.
- Grannakaffi verður hildið leygardagin 14. mars og hevur tveir hjálparmøguleikar: Vertirnir bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað.
Krabbameinsfelagið vísir á, at tað verður latið upp til hvønn einstaka vertin at seta sín dám á tiltakið, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá felagnum.
- Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, skúlaflokki ella undirhúsi og rinda fyri drekkamunnin ella tað, sum verturin velur at uppvarta við.
Felagið sigur, at gesturin rindar eftir førimuni og í trúnaði, og hvør króna ger mun.
- Tey, sum hava hug at gerast vertir, fáa nærri kunning um, hvussu tey skulu bera at við at venda sær til Krabbameinsfelagið, og tað ber eisini til at nema sær kunning á www.krabbamein.fo og á facebook.com/grannakaffi











