Grannakaffi á Strondum

Leygardagin 14. mars bjóðar Ásbjørg á Hálvmørk til grannakaffi undir Torvbrekku 12 á Strondum.

 

Í samband við tiltakið "Grannakaffi", sum Krabbameinsfelagið skipar fyri, verður leygardagin 14. mars klokkan 14 boðið til grannakaffi hjá Ásbjørg á Hálvmørk, undir Torvbrekku 12 á Strondum.

 

Í síni áheitan á fólk um at skipa fyri grannakaffi, hevur Krabbameinsfelagið reist nakrar spurningar, ið fólk, sum vilja stuðla, ivaleyst hugsa.

 

- Hvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?

 

- Hesar spurningar fáa vit dagliga frá fólki, ið kundu hugsað sær at tikið lut í stríðnum ímóti krabba.

 

Krabbameinsfelagið vísir á, at hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu fólk best kunnu veita hjálp, er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.

 

- Tí hava vit tikið stig til tiltakið Grannakaffi . Tiltakið er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum, men hevur sín uppruna í spurninginum “Hvat kann eg gera fyri at hjálpa?”

 

Felagið sigur, at tiltakið eisini tekur støði í tí, sum føroyingar frammanundan duga serliga væl - at stákast og skipa fyri hugnaløtum.

 

- Grannakaffi verður hildið leygardagin 14. mars, og fram til 1. mars kunnu áhugað gerast vertir til Grannakaffi .

 

Tað sigur Krabbameinsfelagið sum vónar at fáa nógvar vertir kring landið.

 

Meira kann lesast um tiltakið "Grannakaffi" á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum www. krabbamein.fo