Grannadystur í Klaksvík

KÍ hevur framvegis ein kjans at vinna heiðursmerki í ár, meðan GÍ hevur lítið uttan heiðurin at spæla fyri

KÍ-GÍ

KÍ og GÍ spæla í Klaksvík í kvøld. Dysturin millum grannarnar hevur ikki sama týdning hesaferð, sum hann hevur havt áður. GÍ hevur so at siga einki eftir at spæla um, meðan KÍ skal royna at taka bronsuplássið frá B36.
Sámal Joensen, sum hevur verið sera drúgvur á miðvøllinum hjá GÍ í ár, verður ikki við í Klaksvík. Hann er skaddur í knænum og spælir ikki við í seinastu tveimum dystunum.
KÍ hevur verið við í endabrestinum í steypakappingini, men mátti lúta fyri B36 í finaluni. Nú skulu spælaranir fóta sær eftir stóra vónbrotið, og allir spælararnir hjá KÍ eru tøkir í kvøld