Grannadystur í Gundadali

Fjórða umfar í Formulakappingini fer av bakkastokki um eina lítla løtu, og hetta umfarið borgar fyri fleiri spennandi dystum.

 

Bæði EB/Streymur og NSÍ eru ósigraði í landskappingini higartil í ár, men í dag hava bæði liðini ringar útidystir á skránni. Felagsliðið úr Sundalagnum skal Sands, har teir vitja hjá B71, sum hevur fingið góð úrslit í bæði Klaksvík og Gundadali seinastu dystirnar. Eisini NSÍ hevur ein ringan dyst í dag, tá teir vitja í Klaksvík hjá KÍ.

 

Í Gundadali verður eisini stórdystur á skránni, tá tey bæði havnarliðini, B36 og HB, bresta saman. Bæði hava brúk fyri øllum stigunum fyri ikki at missa ov nógv í mun til oddaliðini.

 

Ein dystur verður eisini á Skála, har botliðið, Skála, tekur ímóti AB, sum liggur á næstaftasta plássi. Harafturat tekur VB/Sumba ímóti GÍ vesturi á Eiðinum í Vági.

 

Fjórða umfar sær altso soleiðis út:

 

KÍ-NSÍ

B71-EB/Streymur

B36-HB

Skála-AB

VB/Sumba-GÍ