Grannabrak á Hálsi

Tær báðar fyrru ferðirnar hava Neistamenn havt takið á hoyvíkingunum, og tí kann kanska staðfestast, at teir hava eitt ávíst tak á grannunum. Hartil tóktist Neistin veruliga reisa seg hóskvøldið, eftir at seinastu vikurnar annars hava verið alt annað enn góðar. Ein gongd, sum hoyvíkingarnir hava gagnnýtt til at leggja seg framum Neistan við betri málmuni.

Hoyvíkingarnir hava eisini verið rættiliga væl koyrandi seinastu vikurnar, og megna teir at halda fast í góða spælinum, sum liðið hevur sýnt, kunnu teir gerast serstakliga tungir hjá Neistanum at syfta.

 

Hinir báðir dystirnir í dag eru í Vestmanna og á Skála. VÍF meddar helst eftir at staðfesta, at teir eiga fyrsta finaluplássið, tá teir spæla móti KÍF, og á Skála skal StÍF royna at halda fast um sín møguleika, tá teir fáa vitjan av Kyndli.

 

Mansdystirnir í dag byrja sum vant klokkan 16.