Grandma´s Basement við nýggjari fløgu

Klaksvíksbólkurin Grandma?s Basement hevur givið fløgu út við frískum og skemtiligum sangum. Í nøkur ár hevur bólkurin Grandma?s Basement gjørt vart við seg við pallframførslum og nøkrum sangum, sum hava verið í umfari í útvarpi og millum fólk. Men nú tekur bólkur stigið fult út og hevur gjørt eina fløgu. Fløgan, sum er sjálvnevnd, varð givin út mánadagin.

 

Sangirnir Bangna Beistið og Hon Fær Ongantíð Nokk hava verið at hoyrt í føroyskum útvarpi, og teir eru sjálvsagt við á nýggju útgávuni.

 

Millum teirra, sum hava verið við til at framleiða fløguna saman við bólkinum, eru Magni Husgaard, Erik Biskopstø og Karl Martin Samuelsen.

 

10 sangir eru á nýggju útgávuni, sum nú fæst til keyps.