Leygarkvøldið skipar Bóltfelagið Royn fyri einum rimmar dansi, har Klaksvíksbólkurin Grandma's Basment fer á pall.
Grandma's Basement spælir sín egna tónleik, og sjangran er "rokkur/poppur" og "syngi við tónleikur".
Bólkurin spælir eisini coverløg.
Higartil hevur bólkurin spælt í Club 700, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Summarfestivalinum, Kí-høllini, Badmintonhøllini í Klaksvík,TB-húsinum og VB-húsinum. Bólkurin hevur eisini
verið spældur í útvarpinum, og sangurin "Hon Fær Ongantíð Nokk" lá nr. 1 á 15 Teimum Bestu í 6 viku.
Limir í bólkinum:
Jón Jacobsen, sangur
Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen, gittar/sangur/kór
Símun Heimustovu, gittar/kór
Thorvald Danielsen, trummur/kór
Jóannes Viðbjørg, bassur/kór
Hans Andrias Jacobsen, gittar/kór
DJ ICE spælir í steðginum.
Hesum boða fyrireikarar frá.