Fiat Punto hava í fleiri ár verið millum mest seldu bilar í Evropa í sínum klassa, og hava eisini fleiri ferðir ligið á odda. Nú hevur eisini nýggi Grande Punto longu lagt seg á odda, stutt eftir at hann er komin á marknaðin.
Grande Punto er ein tann størsti bilurin í sínum klassa. Hann verður gjørdur við bæði trimum og fimm hurðum. Bilurin fekk fimm stjørnur og fult stigatal, tá hann varð trygdartestaður hjá EuroNCAP.
Bildesignarin Giorgetto Guigiaro frá Ital Design hevur teknað bilin, sum líkist italska luksus sportbilinum Maserati, ið hann eisini hevur teknað.
Sambært tíðindaskrivi frá Fiat er orsøkin til góðu móttøkuna hjá Grande Punto designið, og tað at bilurin hevur nógvar trygdarskipanir sum standard, samstundis sum hann er rúmligur og kappingarførur í prísi.
Grande Punto kann síggjast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði. Bíligasta útgávan: 1,2 Active við trimum hurðum kostar 139.000 krónur.