Grand Vitara ? ein vælgjørdur jeepur frá Suzuki

Suzuki eru mest kendir fyri at gera smáar persónbilar og jeepar, ið hava gott umdømi sum orkusparandi og álítandi bilar.

 

Magnus Gunnarsson:



Suzuki eru mest kendir fyri at gera smáar persónbilar og jeepar, ið hava gott umdømi sum orkusparandi og álítandi bilar. Í 1999 vórðu framleiddir 25 milliónir bilar, síðan Suzuki fóru at gera bilar í 1955. Suzuki eigur í dag 57 verksmiðjur í 27 ymiskum londum. Ein stórur partur av húsarhaldunum her hjá okkum fáa dagliga vitjan av einum Suzuki jeepi, tá postbilurin kemur í túnið




Kvalitetsbilur

Grand Vitara verður gjørdur í tveimum støddum við ávíkavist 3 og 5 hurðum. Nýggjasti Grand Vitara er broyttur nakað framman, eins og setur og inntrekk eru nýggj. Hóast Grand Vitara er ein jeepur, er hann sum ein persónbilur at koyra, lættur at koma inn í, og tá man hevur sett seg inn, merkist beinanvegin at hetta er ein kvalitetsbilur. Alt situr sum tað skal, kontaktirnar eru lættar at handfara, og lætt er at seta seg væl til rættis. Tað at man situr passaliga høgt, gevur gott beinpláss, eisini til stórar persónar. Setrini eru tilevnað soleiðis, at man skal sita stútt og gott í teimum, um bilurin koyrir á ósløttum lendi uttan fyri vanligan koyriveg. Innan eru fleiri smá handskarúm at leggja leggja smálutir frá sær.


Siðvenju í off-roadarum

Tað merkist, at Suzuki hevur siðvenju í at gera 4x4 off-roadarar, tí Grand Vitara er ein bilkonstruktión, sum er gjørd til harða koyring uttan fyri vanligan koyriveg. Ramman, sum bilurin er settur omaná, er soleiðis gjørd, at ongar ristingar og vibratiónir merkjast á ósløttum, eins og alt er væl goymt undir bilinum fyri at verja ímóti skaðum.


Tríggjar motorstøddir

Grand Vitara er ein rúmligur 5-persóna bilur, sum fæst við trimum motorstøddum, einum 4 syl. 2.0 litur við 128 hk, ein 2,5 litur V6 og 144 hk, og ein 4 syl. 2.0 litur turbodiesel við intercoolara og 87 hk, ið var tann bilurin, vit royndarkoyrdu. Bilurin hevur góða kraft, og lítið hoyrist til dieselmotorin inni í bilinum. Útgerðin er góð, við t.d. sentrallási, radio, el-speglum og el-rútum og annars alt, sum hoyrir til ein nútímans bil.

Grand Vitara við trimum hurðum fæst einans við 1.6 litur bensinmotori við 94 hk.




Suzuki Grand Vitara 5/hurðar

2.0 turbodiesel v/intercoolara


Motorurin: syl. 2,0 litur 87 hk. v/turbodiesel intercooler


Oljunýtsla: 12,8 km/l


Dekkstødd: 235/60-16


Stødd og vekt

Longd: 419,5 cm

Breidd: 78,0 cm

Hædd: 74,0 cm

Eginvekt: 450 kg

Totalvekt: 2025 kg


Prísur:

5/ hurðar kr. 252.000,-

sum vøruvognur kr. 208.000,-


Søluumboð:

Sp/f Eyðbjørn Hansen

Bilasøla og verkstaður

Varðagøta 75

FO-100 Tórshavn

Tlf. 313375