Grand Prix telving gekk betur enn samgongutelving

Fimta Grand Prix kappingin í talvi varð avgreidd leygardagin í nýggja skúlanum í Kollafirði undir sera snotiligum umstøðum

Talv

 

Um umstøðurnar vóru betri enn á gamla apoteki, er ilt at siga, men í Kollafirði gjørdist úrslitið greitt.

 

Góð uppmøting

Tað vóru 34 telvarar møttir upp í Kollafirði, og hetta er met fyri luttøku hetta kappingarárið. Eisini var kappingin munandi sterkari enn fyrru kappingarnar, har miðalratingtalið fyri tíggju teir ovastu var 2048. Hetta er sterkari enn Landsliðsbólkurin hevur verið onkur ár.

 

Carl Eli sleit frá Torkili

Carl E. N. Samuelsen og Torkil Nielsen løgdu best út, og teir fylgdust eisini í stigum til seinasta umfar. Tá høvdu teir báðir longu tryggjað sær eitt annað pláss, tí teir førdu tá við 1½ stigi.

Seinasta umfar hevði Carl Eli svart móti Rana Nolsøe, og eina løtu sá út til, at Rani fór at fella Carl Eli, sum einki talv hevði tapt. Eins og í Nykurs vísu, har tað stendur: “Nykurin letur sær klæði skera, tí hann vildi ein riddari vera”, var Rani ov djarvur og ofraði nærum alt sítt fólk. Eftir rokið stóð kongurin nakin eftir í horninum, og Carl Eli kundi ogna sær tað heila stigið.

Á borðinum aftanfyri hevði Torkil hvíta fólkið móti Andreasi Andreasen. Talvið var sera javnt, men í endatalvinum satsaði Torkil alt. Tá a,b og c finnurnar vóru farnar av borðinum, varð roynt hinumegin borðið. Hóast Torkil hevði møguleika fyri javnleiki, royndi hann ov nógv at vinna talvið, og endin gjørdist, at hann tapti talvið.

 

Munurin í oddinum minkar

Hóast Carl Eli fekk mest møguliga úrtøku, er hann enn ikki vorðin ein hóttan í oddinum, tí hann hevur bert luttikið í tveimum av teimum fimm kappingunum.

Torkil fekk har aftur ímóti hálað fimm stig inn á fyrsta plássið. Her skal serliga bítast merki í, at Torkil enn hevur tvær kappingar til góðar at leggja afturat stigunum, tí hann luttók ikki í tveimum teimum fyrstu. Tí verða hesar kappingarnar ivaleyst strikaðar, um hann bert fær eitt hampuligt úrslit í tveimum av teimum næstu kappingunum.

 

Tríggjar kappingar eftir áðrenn finaluna

Nú eru bert tríggjar kappingar eftir, aðrenn finalan verður telvað. Hesar kappingar eru allar vikuskiftiskappingar, har tann fyrsta verður telvað á Oyrabakka. Í mun til fyrru kappingarnar, har hvør telvari hevði 15 minuttir til alt talvið, verða seinastu tríggjar kappingarnar telvaðar soleiðis, at hvør telvari hevur 1½ tímar til alt talvið, har 30 sekund verða løgd afturat hvørjum leiki.

Hetta er hvør sítt slag av kappingum, men hesar kappingarnar eru lagdar inn í Grand Prix høpi, sum ein roynd at lokka sterkari telvarar við í vikuskiftiskappingar, sum hevur verið sera trupult seinnu árini.

 

---

Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir fimm kappingar er:

 

Grand Prix 07/08 1 2 3 4 5 Samlað

HT Kjølbro KTF ST KT stig

Ólavur Simonsen 6,0 5,3 7,0 2,5 20,8

Finnbjørn Vang 6,0 5,3 0,3 2,5 2,0 16,2

Torkil Nielsen 4,5 4,5 5,0 14,0

Carl E. N. Samuelsen 3,0 7,0 10,0

Olaf Berg 7,0 2,0 9,0

Herluf Hansen 1,0 5,3 0,5 6,8

Rógvi Dragaberg 0,5 2,5 2,0 5,0

Martin Poulsen 4,5 4,5

Jógvan Joensen 4,5 4,5

Jón Andreasen 4,0 4,0

Bogi Hansen 2,5 0,3 2,8

Vagn Heldarskarð 2,5 0,3 2,8

Rógvi E. Nielsen 2,5 2,5

Andreas Andreasen 2,0 2,0

Jens Chr. Hansen 2,0 2,0

Terji Petersen 2,0 2,0

Jaspur T. Gaard 0,5 0,5

Jón Gregersen 0,5 0,5