Telvað verða 9. dubult-umfør, har hvør telvari fær 5 min. í part til hvørt talvið.
Luttøkugjald: kr. 100,00. Virðislønir verða latnar.
Kappingin er hin triðja av 10 í Grand Prix- kappingini, sum TSF fyriskipar saman við feløgunum. Les meira á www.faroechess.com
Kappingin er partur av stóru talv-vikuni í klaksvík, nú GM Klaksvík 100 International verður telvað í býnum. Snar-kappingin verður telvað samstundis sum endabresturin verður telvaður í Klaksvík International 2008.
Meldið luttøku í seinasta fríggjadagin 17. oktober á tlf. 221422 (Finnbjørn Vang) ella tlf. 457098 (Petur Hans Poulsen).