Grand Prix renning

Triðja umfarð av grand prix renningini var á Eystanstevnu í Runavík. Hetta var hjá teimum vaksnu eisini ein kapping um føroyamesitaraheitið á 10 km

Hjá monnunum legði vinnarin á Norðoyastevnu Símun Joensen (Treysti) hart út, men tað vísti seg at har var ikki orka til at halda tempo, og so komu Sam Vang (Bragdið), Guttorm Sørensen (Treysti) og Hallur Holm (Bragdið) framvið. Sum frá leið vóru oyggjaleika luttakarnir tó ov stinnir og tí noyddist Hallur eisini at sleppa takinum. Móti endanum vísti tað seg, at Sam var tann sterkari, og kom hann á mál tvey sekund frammanfyri Guttorm við Halli á triðja plássinum eitt lítið minutt seinni. Vinnaratíðin hjá Sam er fjórða skjótasta tíðin, sum er runnin á hesum teininum. Einans Bogi Lenvig, Guttorm Sørensen og Hallur Holm hava runnið skjótari.

Í kappingini um grand prix sigurin er Sam í løtuni tann fremsti við 108 stigum, meðan Gutti er næstur við 100 stigum. Og líkt er til, at kappingin kemur at standa millum hesar báðar, tí næsti maður á listanum er 30 stig aftanfyri eftir tey trý fyrstu umførini. Í liðkappingini er Bragdið úr Tórshavn fremst við 266 stigum, meðan Treysti líka í hølunum hevur 244 stig, síðan er langt aftur til triðja plássi har Roysnið hevur 16 stig.

Hjá kvinnunum var tað enn einaferð Brynhild Absalonsen (Bragdið) sum vann. Tíðin var 47 min og 17 sekund, og var hon 22 sekund frammanfyri Sigrid Sivertsen (Treysti). Brynhild er eisini fremst í samlaðu kappingini við 114, meðan Maria Jacobsen (Frælsi) í løtuni er nummar tvey við 83 stigum. Her er vert at leggja til merkis, at Sigrid Siversten hevur 74 stig á fjóra pláss hóast hon einans hevur luttikið í tveimum umførum.

Hjá mannligu veteranunum sær tað út til, at Pól Sundskarð (Treysti) ferð at draga longsta stráði. Hann hevur higartil vunnið øll umførðini, meðan Hanna Maria Niclasen (Frælsi) hevur vunnið øll umførðini hjá kvinnuligu veteranunum uttan mótstóðu.

Hjá børnunum er tað við at tekna seg ein mynd av, hvør fer at gerast samlaður vinnari í fleiri av bólkunum. Hjá gentum 7 ár og yngru hevur Paulina Fuglø (Treysti) vunni øll umførini, og tørvar henni bert at vinna eitt afturat fyri at gerast vinnari samalagt. Tað sama ger seg galdandir fyri Rebekku Fuglø (Treysti) hjá gentum 13 ár og yngri, Eli Falkvard (Frælsi) hjá dreingjum 13 ár og yngri, Bjørk Herup Olsen (Bragdið) hjá Gentum 17 ár og yngri og hjá Jan Elmar Sørensen (Treysti) hjá dreingjum 17 ár og yngri. Størstur er spenningurin hjá gentum 10 ár og yngri, har Bjørk Reynagarð Svabo (Frælsi) við 108 stigum í løtuni hevur munin á Barbaru Debes Eiriksfoss (Bragdið), ið hevur 106 stig.

Fjóra umfarð av Grand Prix kappingini verður 18. Juni á Sundalags stevnuni í Hósvík.

Kast
Innan kastigreinarnar verður tað næstan dagliga sett persónlig met. Tað kanska mest óvantaða í undanfarnu viku var, at Randi Kúrberg (Bragdið) stoytti tað 4 kg tungu kúluna út á 9,10 m. Hetta er 56 cm longur enn tað gamlað metið, og her er vert at nevna at hon ikki hevur vant kúlustoyt síðan 2000, tá hon setti gamla metið hjá sær.

Heini Hátún (Bragdið) hevði eina fyri hann minni góða kapping, men stoytti tó kúluna heilt út á 12,86 m, meðan Heri Ziska (Bragdið) spakuliga er við at finna heiðursmerkja formin, eftir at hann nú hevur kasta diskin 41,97 m í kapping. Skal metast eftir venjingunum í seinastuni, er møguleiki fyri, at okkurt heilt gott skal spyrjast burturúr einari av komandi kappingunum. Vónandi verður hendan kapping á Oyggjaleikunum.