Grand Prix
Nógv hevur verið tosað um, at sigurin hjá Lordi í Eurovison finaluni í fjør, fór at beina fyri Grand Prixnum, sum vit kenna tað. Leygarkvøldið var danska finalan í Grand Prixnum og hóast fyrireikarar og stirvnir dómarar gjørdu alt fyri at halda fast í tí siðbunda Melodi Grand Prix slagaranum, so vildu áskoðararnir tað øðrvísi og vinnarin gjørdist frískligasta innslagið á kvøldinum. Ein drag queen, ið rópti seg DQ við eini fangandi popp bumbu, ið hann kallaði Drama Queen.
Peter Andersen í kjóla og glimmur vann danska Melodi Grand Prixið frammanfyri nógvum túsund áskoðarum í Horsens og milliónum av hyggjarum kring Danmark og í Føroyum.
Lagið Drama Queen breyt frá øllum á kvøldinum, tí tað skerst ikki burtur, at hóast fólk hava tosað um eina Lordi-effekt og at Grand Prixið ongantíð fór at verða tað sama aftur, so høvdu fyrireikararnir av Grand Prixnum í eini ráskiljing og tveimum hálvfinalum. fingið kóka tey 500 innsendu løgini niður til eitt bland av heilt vanligari og sera óspennandi grand prix salat. Lagið var vorðið ov stutt í hálvfinaluni, men slapp at royna seg aftur í útvarpinum í kapping við onnur vrakaði løg um eitt sonevnt Wild Card, og lurtararnir hjá best umtóktu útvarpsstøðini í Danmark, P3 valdu at atkvøða Drama Queen inn aftur í Grand Prixið, sum eitt Wild Card.
Í framførsluni hevði DQ ella Peter Andersen okkurt eyka, har var lív í og festligt og ein herlig sjálvsironi, ið klæðir Grand Prixnum. At øll ikki eru samd í, at sjálvsironi er rætta leiðin var prógva við, at danski soul favoritturin James Sampson og tann minst sjálvironiski av øllum, Stig Rossen endaðu á ávíkavist 2. og 3. plássi.
Føroyska Vígdis Hentze Olsen hevði ein stóran leiklut í sendingini og dansaði saman við fleiri øðrum bæði í byrjanini og undir framførslunum hjá nógvum tónleikarum, m.a. vinnaranum. Um Vígdis sleppur við til Finnlands er enn ikki greitt.