Grand Prix luttakari í Fuglafirði

Leygarkvøldið verður dansur í Mentarnarhúsinum í Fuglafirði. Tað verða teir tríggir, Jens Marni Hansen, Henning Nicodemussen og Pauli Magnussen, sum trína á pallin.

 

Hetta er fyrsti dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í ár.

 

Í gjár kom fram, Jens Marni Hansen verður ein av teimum 10, sum skulu kappast um at umboða Danmark í altjóða Grand Prixnum, sum verður í Oslo.