Ólavsøkurenningin mikudagin 27. juli, sum Bragdið skipar, er eisini síðsta umfar av Grand Prix kappingini og finalan.
Fleiri møguligir vinnarakandidatar hava longu melda til ólavsøkurenningina, sum eisini er síðsta umfar av Grand Prix kappingini og finalan. Í fjør vunnu hjá kvinnum Bjørk Herup Olsen, og hjá monnum Hallur Holm. Tilmelding til ólavsøkurenningina fer fram á www.renn.fo í seinasta lagi í kvøld kl.22.