Kappast verður í Badmintonhøllini í Havn, og er hetta fimta kappingin í vetur. Áður hevur verið kappast á Kambsdali, Ví estmanna og á Giljanesi. Soleiðis hevur eingin av Grand Prix-kappingunum verið í Klaksvík, men har vera tey ikki við sviðusoð, tí FM-finalurnar í ár verða spældar í Klaksvík.
Úr Badmintonsambandinum verður annars sagt, at tað tykist púra greitt, at framúr avrikið hjá badminton-landsliðnum á Álandi verður hevur skumpað undir áhugan fyri ítróttini.
Í ársins útgávu av Grand Prix-kappingini, hava 159 spælarar tikið lut í teimum trimum aldursbólkunum, og hetta er nógv tað hægsta talið, sum hevur verið. Av hesum hevur nærum helmingurin tikið lut í U11.










