Tíðindaskriv:
Spenningur var annars undan seinasta umfarinum eftirsum bert seks stig vóru millum Eli og Gunnar Dahl-Olsen.
Væl hevur gingist hjá Eli í ár og í fleiri av kappingunum hevur hann megnað at givið Sverra Mohr Edvinsson bakhjólið.
Undanfarin ár hevur verið kappast á keiøkinum á Eystarubryggju og á økinum kring Skálatrøð, men hesa ferð verður koyrt uppi á Hálsi í Havn. FM kappingin í Býarkoyring 2001 fór fram á sama øki. Økið er sera væl egnað til Býarkoyring, og eftir arbeiðstíð er lítil og ongin trafikkur á økinum.
Mál og startur verður uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele. Leiðin gongur út á Staraveg, eftir Falkavegi, eftir Tjaldursvegi og aftur á Heykaveg.
Vaksnu súkklararnir koyra í 45 minuttir pluss eitt umfar. Børnini koyra styttri teinar, alt eftir aldursbólki.
Kappast verður í hesum bólkum:
Børn 6 til 8 ár
Børn 9 til 11 ár
Børn 12 til 14 ár
Unglingar
Vaksin
Kappingin byrjar kl. 19.30, og er kappingin skipað soleiðis, at tey vaksnu súkkla fyrst. Fyrstu børnini súkkla tí umleið kl. 20.15.
Kappingin er aftur hesa ferð bæði fyri gentur og dreingir. Tilmeldingin er á staðnum.










