Grand Island á AME-Føroyar

Norska íkastið til AME-Føroyar vikuskiftið 13. og 14. apríl er ein heldur serlig tónleikauppliving, ja, satt at siga er Grand Island ein heilt serligur bólkur.

Bólkurin spælir eitt slag av nýrokki, við disko og kontri íblástri. Stuttligur tónleikur við stórari spæligleði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni: myspace.com/thegrandisland ella á heimasíðuni: grandisland.no, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki