Norska íkastið til AME-Føroyar er ein heldur serlig tónleikauppliving, ja satt at siga eru Grand Island ein heilt serligur bólkur. Grand Island úr Noregi, er valt av musicexportnorway at luttaka á stóra sýnisgluggatiltakinum í Norðurlandahúsinum vikuskiftið 13. og 14. apríl. Bólkurin spælir eitt slag av nýrokki, ið teir sjálvir lýsa á henda forvitnisliga hátt:
?...a tight, energetic and dirty hybrid in the mesh made from hardsoul-bluegrass-disco, hardcore and rockn´roll. Sulphur vocals, heavy organs, banjo fingers from ´76, desert bass and big city drums. It´s a joyous, uncompromising melodic rhythm-galore.?
Tað tykist heilt burturvið at royna at umseta hetta, men stutt sagt, nýrokkur við disko og kontri íblástri. Stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni:
myspace.com/thegrandisland ella á heimasíðuni: grandisland.no, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.
kelda: AME.fo