Granatálop í Nairobi

Í minsta lagi tvey fólk doyðu, tá fleiri granatir brustu nærhendis einari bussstøð í kenyanska høvuðsstaðnum Nairobi í dag. Tað sigur CNN, men heimasíðan hjá kenyanska blaðnum Saturday Nation skrivar, at seks fólk hava latið lív.

Sambært Reyða Krossi vórðu minst 36 fólk særd, og fleiri teirra vórðu flutt á sjúkrahús. Norska tíðindastovan NTB skrivar, at talan var um eina granat, sum bleiv tveitt út úr einum bili, men løgreglan í Nairobi sigur, at tað vóru fýra spreingingar.

Í oktober í fjør sendi Kenya fleiri hundrað hermenn til Somalia til at berjast ímóti uppreistrarfelagsskapinum al-Shabaab, og síðani hava fleiri atsóknir verið í landinum.

Bretska stjórnin ávaraði fyri stuttum um, at vandin fyri yvirgangi í Nairobi er vaksin í seinastuni.