Granat funnin á Havnarvág

Leygardagin fann ein kavari, sum var í ferð við at eftirkanna arbeiðið hjá J&K Petersen eina granat á botninum út fyri Havnaskrivstovuna í Havn. Heiðrikur Christiansen, sum fann granatina sigur, at hetta er langt frá fyrstu ferð, at tílíkt er funnið á botninum út fyri Havnaskrivstovuna

Granatin, sum varð funnin leygardagin, stavar helst frá einum skipi sum kom á Havnina undir seinna veraldarbardaga. Hildið verður, at ein partur av lastini er farin niður í millum keiina og skipið, meðan tað lossaði. Og er tað hesar sum javnan eru komnar undan kavi. Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at tílíkt verður funnið á botninum út fyri Havnaskrivstovuna. Kavarar hava verið niðri javnan síðani í januar mánaða, tá arbeiðið hjá teimum fyri J&K Petersen byrjaði, og tey hava funnið fleiri sløg av granatum og øðrum.
Fyrr í summar komu so serfrøðingar úr Danmark upp at kanna havbotnin, men hóast tey høvdu serútgerð við til tílíkar botnkanningar, so var onki at finna. Tað kemst helst av, at granatir og annað liggur so væl krógvað á botninum. Men tá so skip og bátar liggja við kei, kann skrúvan mala alt upp og so kemur sumt undan kavi.
Og leygardagin varð so ein granat funnin á botninum, sum verður mett at stava frá hesum skipinum.
Heiðrikur Christiansen, kavarin, sum fann granatina, sigur, at hann ikki er bangin fyri tílíkum, tí tað verður ikki mett at vera so vandamikið.
- Løðingin sat í granatini, men hetta slagið er ikki so vandamikið, tí tær eksplodera ikki, sigur Heiðrikur, sum metir hana vera um einar 70 til 80 sentimetrar langa.
Hann leggur tó afturat, at hetta tó ikki er nakað at spæla við, tí talan er um spreingiløgur.
Heiðrikur boðaði so løgregluni frá, og stutt eftir komu fólk frá Marinustøðini og tóku granatina upp. Hon er nú í varðveitslu hjá Færøernes Kommando.

Granathylstur
Søren Skinder Holm frá Færøernes Kommando sigur við Sosialin, at talan í hesum førinum ikki var um eina veruliga granat, men heldur eitt granathylstur.
- Hetta var eitt granathylstur, sum helst hevur verið ætlað til kanónirnar á Skansanum undir krígnum, greiðir hann frá.
Hann sigur, at hylstrið nú liggur í eini serligari trygdarbingju, har tað verður liggjandi til tað verður burtursprongt. Men her hevur Færøernes Kommano ein trupulleika. Tí tað finst onki egnað stað til tílíkar spreingingar, sum er. Færøernes Kommando hevur havt eitt stað á Glyvursnes til hetta endamál, men tað letur seg ikki gera longur, tí tað nú skal nýtast til annað. Síðani hevur Færøernes Kommando havt eina góða avtalu við Landsverkfrøðingin um nýtlsu av grótbrotinum, men tað verður heldur ikki mett at vera so heppið, tí tað kann ganga útyvir grótið, sum kann fáa metalstykkir í seg av øllum spreingingunum.
- So í skrivandi stund hava vit onki stað, har við kunna spreingja tílíkt burtur, staðfestir Søren Skinder Holm. Og tað fer at gera tað trupult við at halda fram við at savna granatir og annan spreingiløg, sum verða funnin, inn.
Færøernes Kommando savnar so bert inn nú og hevur granatir og aðrar spreingiløgir í varðveitslu. Men hesar goymslur eru nú við at verða fullar.
Søren greiðir frá, at tað eru fastir reglar fyri, hvussu tílíkt skal verða goymt. Eitt nú eru ymiskar kategoriir, har tað verður goymt. Summar av hesum kategoriunum eru longu fullar. Men hylstrið, sum varð funnið leygardagin hoyrir til eina av kategoriunum, har goymslan ikki er full enn.
- Vit arbeiða sjálvandi við at finna eitt hóskandi stað til at spreingja tílíkt burtur, men enn hevur tað ikki eydnast at finna nakað.
Søren Skinder Holm sigur tó, at um fráboðan kemur um, at tílíkt verður funnið, so fara teir sjálvandi út at kanna tað, og um tað vísir seg at verða vandamikið, so verður tað tikið upp. Serstakliga, um tað liggur á landi.
Hann harmast sjálvandi um støðuna, sum hon er nú, men tað er eisini ein spurningur um teirra egnu trygd, og tí kunna tey ikki bara halda fram við at savna inn og hava alt í varðveitslu. Tað má eisini kunna sleppast av aftur við.