Tá sendingin »Søgur úr Nashvík« fer í luftina á Rás í morgun, verður ein av gestunum amerikanski sangarin og grammy vinnarin Russ Taff. Taff býr í Nashville og hevur spælt saman við øllum teimum tónleikarunum, sum koma til Føroya at vitja í sambandi við Nashville.fo, sum verður í Havn 29. August. Russ Taff hevur somuleiðis vunnið fimm amerikanskar Grammy virðislønir og hann fer eisini í samrøðu við útvarpsvertin í Nashvík ? fløguaktuella Una Arge - at nema við, hvussu ein vitjan í Føroyum fyri fimm árum síðani birti nýtt lív í annars annars so sera litríku yrkisleið.
Eisini vitjar Steintór Rasmussen á gátt. Hann fer at greiða frá, hvussu gongst, nú Summarfestivalurin fer av bakkastoki hósdagin. Stóra høvuðsnavnið er Robin Gibb, sum hevur verið við til at selja yvir 200 milliónir fløgur við bólkinum Bee Gees. Størri navn hevur ikki verið á palli áður í Føroyum. Steintór hugleiðir eitt nú eisini um veðrið, hvussu festivalurin er mentur gjøgnum árini og hetta at skipa fyri so stórum tiltaki sætta árið á rað.
Kendar útvarpsrøddir so sum Birgir Kruse og Ove Olsen vera eisini at hoyra í sendingini ?Søgur úr Nashvík?. Uni Arge er vertur. Skrúva frá nú klokkan 11.