Ársins útnevningar til stóra Grammy-showið í Los Angeles, ið verður í februar, eru júst almannakunngjørdar. Rapparin Lil Wayne er á odda við átta útnevningum, og síðani koma Coldplay við sjey.
Harafturat eru nøvn sum Jay-Z, Kanye West og Ne-Yo, John Mayer, Alison Krauss og eisini millum tey nøvnini, ið eru útnevnd til flest heiti.
Í kanska hægst virda bólkinum, ?Album of the Year?, eru Lil Wayne, Coldplay, Ne-Yo, Robert Plant & Alison Krauss og Radiohead útnevnd.
Í bólkinum ?Song of the Year? eru tað Estelle feat. Kanye West, Adele, Jason Mraz, Sara Bareilles og Coldplay, ið eru útnevnd.
Í bólkinum ?Best New Name? eru Adele, Duffy, Jonas Brothers, Lady Antebellum og Jazmine Sullivan, ið verða mett verd til flotta heiðurin.
Fyri fyrstu ferð vórðu nøvnini ikki kunngjørd til ein tíðindafund, men til eina konsert í Nokia Theatre i Los Angeles við framførslum frá tónleikarum, ið áður hava vunnið eina Grammy-virðisløn, eitt nú Mariah Carey, Christina Aguilera og Foo Fighters.
Tiltakið sjálvt verður 8. ferbruar, og hetta verður 51. ferð, tað verður hildið. í alt verða 110 ymiskar virðislønir handaðar.
Kelda: gaffa.dk