Nøkur fá sita á øllum, og tað vilja tey gjarna halda fram við, men grammleikin má steðga, sigur Poul Michelsen, vinnulívsmaður og formaður fyri Framsókn
- Fólkaflokkurin ynskir at byggja fiskivinnuna á planbúskap, har fáir aktørar sleppa fram at tilfeinginum, meðan aðrir verða noktaðir atgong. Hetta er ikki marknaðargrundað vinna, sum byggir á eina liberala hugsjón.
Tvørturímóti byggir marknaðargrundað vinna á atkomiligheit - at tað er lætt hjá nýggjum vinnulívsfólkum at sleppa upp í part, á prís - at tað er viðrisøkingin, sum ger av, hvør klárar seg, og at tað er gott fyri samfelagsbúskapin sum heild.
Núverandi skipan er ikki góð fyri samfelagið og skapar ikki virðisøking, sigur Poul Mikkelsen løgtingsmaður fyri Framsókn.
Tað besta var um fleiri smærri loyvir vóru latin heldur hann, tí tað hevði skapað størri virðisøking.
- Um tú hevur fleiri, sum hava smærri kvotur, royna teir at fáa sum best burturúr tí, sum teir hava. Hendan skipanin, sum vit hava í dag, leggur bara upp til, at tað verður fiska sum mest, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at vinnan skal gjalda fyri tilfeingið, men gjaldið skal ikki vera grundað á, at landskassin manglar pengar. tað skal vera grundað á marknaðarprís, sum ber til at meta um, sigur Poul Michelsen.
- Eitt gjald, sum verður ásett politiskt kann vera rætt, men hetta hevur ongan týdning, um tað ikki er tengt at, hvat vinnan kann forvinna. Tað, sum vinnan skal gjalda, skal verða tengt at, hvat vinnan kann forvinna og ikki, hvat samfelagið hevur brúk fyri.
- Hvør ið sleppur framat skal verða avgjørt av, hvør megnar at skapa mestu virðisøking av vøruni, sigur Poul Michelsen.
Les alla samrøðuna í Sosialinum í dag.