B68- og U21-miðverjin, Pól Jóhannus Justinussen, helt størsta munin á liðunum í gjár vera, at lettarnir vóru grammari enn føroysku spælararnir.
– Vit vóru kanska ikki nóg klárir í byrjanini, og har vóru støður, serliga í byrjanini, har teir vóru grammari enn vit, spældu okkum niður og fingu bóltarnar inn, segði Pól Jóhannus.
– Vit fara altíð inn við tí fyri eyga, at vit skulu geva okkum 100 prosent og fáa trý stig, men tað gekk bara ikki í dag.









