Gramex-gjaldið í Føroyum er serstakt

? Vit gera serstakar avtalur í Føroyum, og prísirnir í Føroyum kunnu ikki samanlíknast við prísirnar hjá teimum ymsu rásunum í Danmark, heldur stjórin í Gramex, Bjørn Juell-Sundbye

? Vit hava gjørt eina avtalu við Rás 2, sum byggir á tað gjald, sum hevur verið í Føroyum í nógv ár. Tað ber ikki til at samanlíkna hesar prísir við tað, sum summar danskar útvarpsrásir gjalda.
Tað sigur stjórin í felagsskapinum Gramex, sum umsitir rættindini til tónleik fyri tónleikarar og plátufeløg.
Tá ið almennar framførslur eru av tónleiki, krevur Gramex gjald fyri hesar framførslur, og eitt nú skulu føroysku útvarpsstøðirnar gjalda til Gramex fyri at senda tónleik.
Stjórin á Rás 2 er misnøgdur við, at Rás 2 skal gjalda fýra ferðir so nógvar pengar til Gramex, sum summar útvarpsstøðir í Danmark gjalda.
? Vit hava ymiskar prísir í Danmark, og summar útvarpsstøðir í Danmark gjalda meira enn aðrar. Tað støðið, sum er lagt í Føroyum, hevur verið í nógv, nógv ár, og tað byggir á avtalur, sum vit hava gjørt við føroysku útvarpsrásirnar, fyrst og fremst Útvarpið, sigur Bjørn Juell-Sundbye, stjóri fyri Gramex.

Pengar koma aftur til Føroya
Petur Jacobsen, stjóri fyri Rás 2, heldur, at hansara rás hevur goldið alt ov nógvar pengar til Gramex, samanborið við tilsvarandi útvarpsstøðir í Danmark, og hann hevur biðið Mentamálaráðið venda sær til danska Kulturministeriet fyri at kanna málið.
? Meðan donsk lokalradio gjalda 46,60 oyru, skulu vit gjalda 1,89 krónur fyri hvønn minutt. Vit hava frá fyrsta degi av víst á okkara ónøgd við gjaldið, men at gjaldið var ymiskt í pørtum av ríkinum, høvdu vit ikki droymt um, og tað varð heldur ongantíð upplýst fyri okkum, sigur Petur Jacobsen.
Sambært stjóran í Gramex er tað einki løgið við, at ymiskir prísir eru galdandi.
? Vit hava trý øki, sum vit umsita ? Danmark, Føroyar og Grønland ? og prísirnir eru ymiskir. Eisini í Danmark eru fleiri ymiskir prísir, sum DR, TV2, handilsligu rásirnar og lokalradio gjalda. Tí ber ikki til at siga, at onkur hevur goldið ov nógv. Gjaldið verður bygt á avtalur, sum vit gera við tær ymsu útvarpsstøðirnar, sigur Bjørn Juell-Sundbye, stjóri fyri Gramex.
Hann leggur dent á, at ein stórur partur av pengunum, sum føroysku rásirnar gjalda til Gramex, verður goldin aftur til føroyskar útgevarar og tónleikarar.
? Í fjør goldu vit 234.000 krónur til Føroyar, og um gjaldið hjá føroysku útvarpsrásunum skal minka, ja, so minka eisini pengarnir til føroyskt tónleikalív, sigur Bjørn Juell-Sundbye.