Tilknýtið til Føroyar er, og hevur altíð verið stórt. Graham er giftur við Vivian, sum er úr Havn, og tey eiga tríggjar døtur. Tey eru tíbetur ofta í Føroyum, og har Graham er, er altíð ein lættur og lívligur dámur.
Menniskju broytast við aldrinum, verður sagt. Summi broytast tó meira enn onnur, og tá tað snýr seg um nærveru og uppmerksemi í sambandi við vinarlag, er Graham einki broyttur síðani hann sum unglingi arbeiddi á lagrinum hjá Wilhelm Nielsen og í frítíðini spældi gittar. Og tað var gjøgnum tónleikin, at vit komu at kenna hendan fryntliga og smílandi sølfirðingin. Fyrst sum gittarspælara í Festley, síðani í Hjarnum.
Graham er eitt orkuverk. Hann megnar á ein serstakan hátt at fáa fólk til at kenna seg væl, og tá tú hevur verið í felag saman við honum í nakrar tímar, sær tað heila eitt sindur ljósari út. Hann megnar at løða battaríini upp hjá øðrum, so at siga.
Hvat Graham fæst við í Skotlandi, London, Norra, Afrika og aðrastaðni, har felag hansara útvinnur og leitar eftir olju, tosa vit ikki ikki so nógv um, tá vit hittast. Tá snýr tað seg meira um kenslur og tónleik. Vit fáa eit gott prát um, hvussu vit hava tað, hvat vit hava upplivað, og eitt sindur um hvat vit ætla okkum næstu tíðina. Sita vit nóg leingi, kemur guitarurin fram, og tá Graham hevur hitað fingrarnar upp við eitt sindur av blues-riffum, kemur ein av teimum góðu gomlu frá fyrst í 80-árunum, og øll syngja varisliga við. Tað ljóðar bara heilt væl, tá kórrøddirnar stuðla forsangarunum, og tíðin verður sett 25 ár aftur.
Graham, takk fyri at tú altíð er tann, sum tú ert. Ein glaður maður við báðum beinum á jørðini, og einari nærveru, sum er sjáldsom at síggja í einum samfelag, har alt skal ganga so skjótt fyri seg. Tó, at tú kanska er tann okkara, sum hevur mest at gera, so hevur tú altíð tíð eina løtu, og gott tað.
Hjartaliga tillukku við fimti ára degnum, og alt tað besta til tín Vivian og døturnar. Your still rock'n roll to us.
Heilsan vinfólkini í Føroyum við Hjarnum og øllum hinum á odda.









