Graham og Smith í Reykjavík

Í døgunum 28.-29. september 2013 verður ráðstevnan Festival of Hope í Laugardalshøllini í Reykjavík, har høvi verður at hoyra prædikumannin, Franklin Graham og sangaran, Michael W. Smith. 


Franklin Graham er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham. Franklin er prædikumaður og trúboðari, eins og hann er formaður fyri bæði Billy Graham Evangelistic Association og altjóða kristna hjálparfelagsskapin Samaritan's Purse, sum vit kenna best í sambandi við Christmas Child.

 

Michael W. Smith er ein kristin amerikanskur musikari, sum hevur vunnið nógvar virðislønir fyri sín tónleik sum eitt nú Grammy Award og American Music Award.

 

Ferðaskrivstovan Faroe Travel skipar fyri flogferð til Reykjavíkar í sambandi við ráðstevnuna.