Listafólkini í grafiska listafelagnum, ListGraFo, fáa nú loksins høli, og fríggjadagin skrivaðu Tórshavnar kommuna og ListGraFo undir leigusáttmála um høli í Tórsgøtu 52, trý høli í gamla kommunuskúlanum.
Hølini eru 143 fermetrar til støddar. Leigusáttmálin er galdandi fram til árslok 2025, sigur Tórshavnar kommuna.
Nógv óvissa hevur verið kring hølisviðurskiftini hjá grafisku listafólkunum, yvirhøvur hevur talan verið um eina knortluta tilgongd at finna teimum innivist.
Les eisini: Pressurnar settar útum at rusta
Nú er kortini líkt til, at komið er á mál, og við avtaluni fylgir eisini, at listafólkini fáa atgongd til útgerðina hjá Kvøldskúlanum, sigur Tórshavnar kommuna.