Marius Olsen hevur listaframsýning í Ribarhúsi, Fuglafirði, frá 8. august til 3. september.
Marius er grafikari, føddur og uppvaksin í Havn.
Á framsýningini verða ymisk grafisk verk frá seinastu fýra árunum. Millum annað landsløg í Føroyum, men eisini úr Italiu og úr Finnlandi, ið er vorðið Mariusar annað heimland.
Myndirnar av kavaklæddað finska skógarlandslagnum eru, hóast eisini loyndarfullar, lættar at fata. Og somuleiðis er við at kenna varman av Miðalhavinum í myndunum úr Italiu.
Myndir hansara lýsa einsemi, longsul og loynur úr mannasálini, eins væl og náttúrunnar duldarmál.