Graffiti frá eingilskmonnunum í Svínoy

Verkætlanin Støð, sum snýr seg um at skelta norðoyggjar fær viðmerkingar frá almenninginum

Verðætlanin 'Støð Skelta Norðoyggjar' hevur eisini ein bólk á Facebook, har tey hava bjóðað fólki at koma við ráðum og viðmerkingum til verkætlanina.


Á Facebook síðuni koma tey í dialog við fólk, sum eisini kunnu koma við íkasti til verkætlanina, og har fáa tey nógva stuttliga vitan, greiðir Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, verkætlanarleiðari, frá.


-Til dømis hevur ein skrivað til okkum í viðmerkingunum til eina mynd av eini hurð, at í Svínoy hava tey eisini eina søguliga hurð. Tað er hurðin av Eingilskmannahúsinum úti á Draganum, sum er varveitt. Á henni er einasta graffiti, sum vit hava frá bretum. Vilt tú síggja tað, so mást tú ein túr út til Svínoyar, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir.

Viðmerkingin á Facebook var til hesa somu myndina sum brúkt er til greinina. Myndin til greinina er av húsum, sum upprunaliga stóðu á Skarði, og vórðu flutt til Haraldssunds í 1923, eftir at fólkið flutti hagani. Húsini vórðu nevnd hjá Árnfjarða Jógvan, og eru útbygd og umvæld síðani tá, men viðabulirnir av Skarði eru enn við til at halda húsunum uppi. Hetta er myndin viðmerkingin kom til.

 

Les eisini Vilja Skelta Allar Norðoyggjar http://www.in.fo/news-detail/vilja-skelta-allar-nordoyggjar/