Í morgin verður Grækarismessuhald í viðarlundini í Miðvági. Tað byrjar klokkan 14.
Hesum boðar Vága kommuna frá í dag.
Vágakórið syngur og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldir grækarismessurøðu.
Aftaná bjóðar Skótalið Mikkjals á Ryggi kaffi og te, og skótarnir fara at hava tombolasølu.
(Tíðindaskriv frá Vága kommunu)