Á Grækarismessu er siðvenja at bjóða tjóðarfugli okkara vælkomnum, og eins og undanfarin ár var hetta hátíðarhildið millum føroyingar í Aarhus.
Grækarismessumessuhaldið var nakað serligt í ár, tí Føroyingafelagið júst er flutt í nýggj hølið í Åbyhøj, og høvdu útisetar í Aarhus tískil møguleikan at síggja hølini fyri fyrstu ferð.
Eisini nýtti føroyingafelagið høvi at sameina Grækarismessuhaldið við Grannakaffi, fyri at stuðla Krabbameinsfelagnum í Føroyum. Hetta var ein avbera væleydnaður dagur, har yvir 100 fólk vóru savnað – bæði ung og gomul.
Røðari í ár var Hanna Ólavsdóttir, ið lesur enskt og týskt við lærda háskúlan í Aarhus. Myndirnar hevur Elsa Maria Magnusardóttir Olsen tikið.










